Av tí at skotbráið at fáa allar skáirnar í hús er heldur knapt, bar ikki til at gera blaðið klárt fyri nýggjárshalguna. Men leygardagsblaðið er at fáa fríggjadagin seinnapart, og blaðið verður borið so at siga øllum haldarum blaðsins fríggjakvøldið við útberingini hjá Prentmiðstøðini.
Men fyri at eingin skal verða við sviðusoð, eru allar skráirnar fyri fríggjadagin eisini prentaðar í fríggjadags Sosialinum ? hesum blaðnum, tygum nú sita við í hondini., sum verður á gøtuni seinnapartin í dag.
Forsíðuna á Varpinum hesaferð myndar gitna songkvinnan, Britney Spears, sum leygardagin verður at síggja í live-konsert úr Las Vegas. Britney Spears hevur rættuliga havt eydnuna við sær, tí tað eru ikki mangar 19 ára gamlar kvinnur ? ella gentur ? ið hava megnað at selt næstan 40 milliónir fløgur og sum hava verið á ótalligum konsertferðum kring heimin allan.
Í Las Vegas duga tey væl at gera burturúr, og eingin ivi er um, at talan verður um tað heilt stjóra showið ? henda ársins fyrsta konsertin hjá Britney Spears.