11. ? 15. apríl hevði Marjun Jóanesardóttir, listakvinna, listaframsýning á torginum í SMS, og Krabbameinsfelagið fekk bita av køkuni. Framsýningin, ið bar heitið ?Refugium?, varð væl vitjað, og meginparturin av málningunum vórðu seldir. Marjun hevði valt at lata helvtina av søluni til Krabbameinsfelagið, og gav hetta heilar 11 000 kr til felagið.
Tað var maður Marjunar, Jóannes, sum setti framsýningina. Næmingar frá Musikkskúlanum spældu og Aibritt á Plógv, næstformaður í Krabbameinsfelagnum, segði nøkur orð.
Marjun hevur sjálv krabba í undirlívinum, og varð framsýningin eisini nýtt sum høvi at varpa ljós á hesa álvarsomu sjúku, sum tíverri ofta rakar kvinnur í besta aldri. Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum og HPV-ambassadørarnir vóru tí eisini á torginum og upplýstu um krabbamein í undirlívi og møguleikarnir fyri fyribyrging.
- Vit í Krabbameinsfelagnum eru takksom fyri stuðulin og góða samstarvið við Marjun. Eisini takka vit øllum hinum, sum á ymiskan hátt gjørdu, at tiltakið eydnaðist so væl, umframt SMS fyri høvið at nýta torgið til hetta týdningarmikla átak, sigur Krabbameinsfelagið.