Heidi H. Poulsen, arkitektur er ovfarin av, so væl sum tiltakið hjá Arkitektafelag Føroya seinasta fríggjadag eydnaðist.
Væl av fólki var og vitjaði stóru framsýningina, sum limirnir høvdu á Reinsarínum við projektum, tekningum og fotomyndum, og framsýningin hjá børnunum var somuleiðis væl vitjað.
Altjóða arkitektadagurin varð á fyrsta sinni hildin í 1985, men hetta er fyrstu ferð, at dagur er hildin í Føroyum eisini.
- Tað hevur so stóran týdning, at vit stíga fram og vísa, hvat góður arkitektturur er í staðin fyri bara at seita og grenja, sigur Heidi H. Poulsen. Hon er í arbeiðsbólkinum Kveiki hjá felagnum. Kveiki fyriskipar tiltøk hjá felagnum.
Nógv prát
Hon heldur tað enn vera ov tíðliga at siga, at um tiltakið hjá føroysku arkitektunum fær nakra ávirkan. Tað fer tíðin at vísa. Men fólk, sum vitjaðu, vóru fegin, og tosa varð um, at ikki nóg nógv hevur verið frammi um føroyskan arktektur.
Í seinastu viku gjørdi felagið nógv, og afturljóðini hava verið fleiri í sambandi við tær greinir, sum føroyskir arkitektar ta vikuna høvdu í bløðunum um føroyska byggilist.
Tað vóru ikki bara fólk í byggivinnuni og tey tilvitandi um arkitektur, ið vitjaðu. Fleiri fólk duttu av tilvild inn á gólvið, og dúglig orðaskifti vóru um byggilist, umvæling av gomlum húsum, um góðsku o.a. Burðardygd var eisini eitt av orðum, sum brúkt varð í sambandi við framsýningina.
- Við at hava eitt slíkt tiltak koma vit í samband við nógv fólk, sum vit annars ikki koma í samband við, og tað er í sær sjálvum gott, sigur Heidi H. Poulsen.
Steðga á
Hennara vón er, at føroyskur arkitektur nú fær betri tíðir. Tey seinastu árini hevur verið stór ferð á byggingini. Nógv bygging hevur verið illa umhugsað, prísirnir hava verið høgir, og roynt hevur verið at skarvað av.
- Nú hava vit stundir at steðga á, og hetta fer vónandi at tæna arkitekturinum, sigur Heidi H. Poulsen.
Hon sigur tað vera púra vits, at tiltakið verður endurtikið, og við at hava roynt í ár, skuldi felagið verur betur fyrireikað til næstu ferð.
Heidi H. Poulsen kundi hugsað sær, at altjóða arkitektadagurin í Føroyum næsta ár verður útbygdur, golsieðis at aðrir felagsskapir koma við. Eitt hugskot kundi verið, at MBF luttók við framsýning um atkomumøguleikar, og søvnini kundu eisini havt framsýningar. Møguleikarnir eru nógvir.