Nakrir tvøramenn hava nú tikið stig til, at varpa meira ljós á ítróttin í oynni. Teir hava serliga lagt seg eftir flogbólt og fótbólt í bestu deildini.
Átakið byrjaði í fjør, tá ið landskappingardystur í 1. Deild millum TB og B36 var varpaður beinleiðis.
Hetta fekk góða undirtøku, og tískil er nú ætlanin at halda áfram við átakinum.
-Mál okkara er at dekka øll ítróttartiltøk í oynni einaferð í framtíðini, men til tað krevst meiri fólk enn tey, sum nú eru knýtt at átakinum, sigur Niels Petersen, umboð fyri felagið TB-studio.
Í framtíðini fer TB-studio eisini at skipa fyri vikuligari sending um ítróttin í oynni.
-Vit hava eisini eina vikuliga sending, sum vit senda sunnukvøld kl. 20.
Hesa sending hava vit valt at kalla Ítróttargluggin, og har vit umrøða
aktuell evnir innan ítróttarheimin her heima og í útheiminum, sigur Niels Petersen.
Í verandi løtu er ein ørgrynna av samrøðum at finna á heimasíðuni www.tb.fo, ið felagið TB-studio hevur gjørt.
-Stutt undan dystarbyrjan kemur ein leinkja á TB heimasíðuna, og við at trýsta á har, kemur man inn á síðuna, har tú bæði sær og hoyrir beinleiðis frásøgn, sigur Niels Petersen