Nakrir tvøramenn hava tikið stig til, at meira ljós verður varpað á ítróttin í oynni, serliga flogbólt og fótbólt. Byrjað var við einum 1. deildardysti í fjør millum TB og B36, og síðani hevur útvarpingin á netinum vundið upp á seg. TB-studio hevur vikuliga sending um ítróttin í oynni, sum kann síggjast og hoyrast á www.tb.fo sunnukvøld klokkan 20, umframt at leinkjur eru til gamlar sendingar.