Varpa nú ljós á Sands kirkju

Sands kirkja er ein av vøkru trækirkjunum og stendur sum eitt prýði fyri bygdina og fólkið alt.

 

Vit hava nú sett ljós á kirkjuna, soleiðis at kirkjan stendur sum ein lýsandi viti í myrku og køldu tíðini.

 

Arbeiðið er gjørt í góðum samstarvi við kirkjuráðið, tøkk fyri tykkara íkast, skrivar Sands kommuna á sínum facebook vaga, og lagt verður afturat, at Beinta Simonsen eigur myndina.