Eingin ivi er um, at hópur av ferðafólki kemur til Føroya í sambandi við sólarmyrkingina, sum verður her á landi tann 20. mars í 2015.
Ferðavinnufelagið skipar í vikuni fyri tiltaki, ið ber heitið, Sólarmyrking og ferðavinna, og verður hetta tiltakið á Hotel Hafnia nú fríggjadagin.
Klokkan 16 verður fyrsti fyrilesturin, og síðani verður á ymsan hátt varpað ljós á sólarmyrkingina, áðrenn tiltakið endar við døgurða fyri tey luttakandi. Millum fyrilestrahaldararnar verður avstralska Kate Russo, sum sjálv er sólarmyrkingarjagari. Hon fer at tosa um fyrimunir og avbjóðingar, ið standast av eini sólarmyrking, sæð úr einum ferðavinnuligum sjónarhorni. Eisini fer Niclas Heri Jákupsson at hava ein fyrilestur um lívsgleði og sølu.