Dagstovnarnir í Norðoyggjum bjóða til felags foreldrafund í Ósaskúlanum hin 13. mai. Hetta er í samband við, at kommunur í Norðoyggjum í ár varpa ljós á sansastimbran hjá børnum.
Tiltakið er ætlað teimum, sum hava børn á dagstovnum og dagrøkt í Norðoyggjum.
Á felags foreldrafundinum fer Jóngerð Biskopstø, fysioterapeutur, at greiða frá týdninginum av sansastimbran, og Unnur Fonn, lærari og Petra A. Poulsen, heilsufrøðingur, fara at siga frá um teirra leiklut í samband sansastimbran í skúlanum.
Tað er leiðarabólkurin aftan fyri dagstovnarnar, sum bjóðar vælkomin til tiltakið í Ósáskúlanum týsdagin hin 13. mai, og tað er Klaksvíkar kommuna, sum ber hesi tíðindi.