Varpa ljós á íslendska mentan

Norðurlandahúsið setur í døgunum 12.-20. februar sjóneykuna á granna okkara fyri vestan.

Bólkurin Ylja

Skráin fyri dagarnar varð almannakunngjørd saman við várskránni hjá Norðurlandahúsinum, og er hon fjølbroytt við trubadurum, eksperimenterandi listainstallasjónum, sansaupplivingum, standup skemti, nútímans rokki, klassiskum tónleiki og mongum øðrum.


Føroyingar flestir kenna Bubba Morthens, sum setur vikuna í gongd við løgum av nýggju fløgu síni 18 konur. Nógv kenna eisini rithøvundan Kristín Marju Baldursdóttir, sum í 20 ár hevur hugtikið við sínum lýsingum av menniskjanum og søgum um lív, deyða og kærleika.


Minni kend her heima eru tónleikabólkarnir Agent Fresco, Ylja og Nordic Affect, sum spæla ávikavist progressivan rokk, alternativan fólkatónleika og modernaðan klassiskan tónleik, listakvinnan Hekla Dögg, sum ger standmyndir, sum syngja kærleikssangir og standup skemtarin Ari Eldjárn, sum heldur at allir norðurlendingar áttu at lært finskt, so vit øll kunnu skilja hvønn annan.


Eisini á skránni eru tveir filmar, Hrútar og Land & synir, sum hava til felags, at seyðasjúka herjar, og at sami sjónleikari, Sigurður Sigurjónsson, spælir høvuðsleiklutin í báðum, hóast 35 ár eru ímillum at filmarnir vóru gjørdir. Harafturat verður konsert við Føroya symfoniorkestri og Stefani Jón Bernharðssyni og til børnini eitt Vísindarúm, har tey læra um og sansa eldgos, jøklar og grót.


Komandi vikurnar verður fokus sett á ikki einans tey ymsu listafólkini, sum koma til Land í Eygsjón, men eisini søgurnar rundan um tey, hvat tey umboða, hvat ger tey øðrvísi og hví júst tey eru vald at umboða íslendska mentan hesa vikuna. 

Bólkurin Ylja

Bólkurin Ylja

Bólkurin Ylja

Bólkurin Ylja

Bólkurin Ylja