Bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Bót til Bata, varpar ljós á bróstkrabba allan oktobermánað.
Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur, ið er fyri kvinnur sum hava ella hava havt bróstkrabba. Endamálið hjá Bót til Bata er at ráðgeva og stuðla kvinnum, ið fáa staðfest bróstkrabba.
Í hesum sambandi ber til at stuðla Bót til Bata við at ogna sær smúkkur frá føroyskum sniðgevum og tilevnarum.
Eitt nú hevur Verkstaðið Vón sniðgevið og tilevnað vakrar hálsketur, armbond, og oyraringar við ljósareyðu bróstkrabba-sloyfuni á. Til ber eisini at ogna sær vakrar ljósareyðar oyraringar av merkinum elsabech, ið Elsa Bech sjálv hevur sniðgivið.
Peningurin, ið kemur inn fyri smúkkurnar, fer óskerdur til gransking av bróstkrabba og til arbeiði hjá Bót til Bata.