Dávur Winther hevur tikið myndirnar
Umhvørvisvikan í Klaksvík heldur á fram í dag og í morgin afturat. Í dag er frálíkt veður, og útikonsert hevur verið á trappuni uttan fyri Heimavirkið seinnapartin. Nógv fólk møttu upp til tiltakið.
Tað vóru millum annað Danny Baldursson og bólkurin Kularøtur, sum fframførdu í góðveðrinum. Nýggi umhvørvissangurin var eisini framførdur, og rusk verður sett upp til ljóðføri at framføra hann á.