Varpa ljós á trygd á spæliplássum

Í september stóð Føroya Kommunufelag fyri skeiði um trygd á spæliplássum, og áhugin var so stórur, at skeiðið verður endurtikið 2. og 3. novembur. Kommunufelagið vísir á, at trygd á spæliplássum hevur verið frammi í fjølmiðlunum, og umrøðan vísti, at kommunurnar kunnu betra trygdina, soleiðis at børnini ikki koma til skaða á spæliplássunum.

Í hesum sambandi fekk Føroya Kommunufelag Ejnar J. S. Hansen hjá Spæliplásseftirlitinum at halda skeið fyri kommunalum starvsfólkum í septembur.

Eftir skeiðið hava luttakarar nú kunnleika til standardar um trygd og um eftirlit. Eisini hava teir lært um stoydoyvandi undirlag á spæliplássum og kunnu ráðgeva um trygd viðvíkjandi umbygging av spæliplássum, skrivar FKF á heimasíðu síni.