Varpa ljós á inklusión og lívsgóðsku Altjóða Brekdag

Her er videobrot úr "Det er ikke et handikap" við Jacob Nossell

Í dag 3. desember verður Altjóða Brekdagur hátíðarhildin. Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum skipar fyri tiltaki í Løkshøll seinnapartin, og tað er danin Jacob Nossell, ið fer at halda fyrilestur um inklusión og lívsgóðsku. Eisini hugleiða Aksel V. Jóhannesen, løgmaður, og Siri Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum. 

 


Les eisini: –Eg trúgvi øll bera eitt brek

 

 

 

Jacob Nossell er fjølbroyttur persónur og hevur verið við á fleiri ymiskum pallum. Hann er kendur í Danmark fyri at tosa opið og erliga um lív sítt, og hetta ger hann serliga við ymiskum fyrilestrum og leikum, sum millum annað eru um tað at bera brek, um mentan og samfelagið sum heild.

 

 

I 2013 gjørdi Jacob Nossell saman við Thomas Skov eitt upplýsandi átak, sum teir kallaðu ”Det er ikke et handicap” fyri Socialstyrelsen.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at síggja brot úr "Det er ikke et handikap".

 

 

Ókeypis tiltakið í Løkshøll er Løkshøllí dag klokkan 14.30 til 16.30.