Varpa ljós á handverkara og yrkislærdar útbúgvingar

Feløg í Vinnuhúsinum høvdu bjóða næmingum til upplýsandi tiltøk ymsastaðni í miðbýnum í morgun

Í dag hevur Føroya Handverksmeistarafelag, saman við fleiri feløgum í Vinnuhúsinum, skipa fyri tiltakinum »Greið frá tínum yrki«. Tiltakið er ætla 8. flokkum í Føroyum, fyri at upplýsa og greiða frá um møguleikarnir innan eina handverkara og yrkislærda útbúgving. Serliga er hetta umráðandi fyri at næmingarnir verða upplýstir um allar møguleikarnar tey hava, umframt at fara beint víðari á miðnámsskúla. 

 

 

 

- Tað er Føroya Handversmeistarafelag ið er høvuðsskipari, og so hava Handilsvinnufelagið, Ferðavinnufelagið, KT felagið og Yrkisdepilin samskipa tiltakið og Tórshavnar kommuna og Miðlahúsið veitt hølir til okkara, sigur Marius Thomassen, ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelag. Hugskotið við tiltakinum er at geva næmingum innlit í virkir og arbeiðislívið, tað er ikki fyri at noyða nakran at fara í læru, men heldur at skapa prát um ymiskar møguleikar í framtíðini.

 

 

 

- Tiltakið er skipa soleiðis, at flokkarnir eru deildir upp í bólkar, soleiðis hoyrir hvør bólkur 4 ymiskar framløgur, men eingin bólkur hoyrir somu framløgu. Hetta er skipa soleiðis fyri at skapa prát um tiltakið, soleiðis at næmingarnir deila vitan millum sín, sigur Marius Thomassen. Tað er í grundini ætlanin við tiltakinum, at skapa prát og deila vitan. Tað eru fólk frá ymiskum vinnum, sum greiða frá teirra lærutíð og upplivingum harvið, alt hetta fyri at deila vitan og skapa prát. 

 

 

 

- Hetta er fjórða árið at tiltakið Greið frá tínum yrki er, og er ætlanin at koma víða um landið soleiðis at so nógv sum gjørligt kunna fáa ágóðan av hesum, sigur Marius Thomassen. Øll sum eru við í tiltakinum hava tikið hædd fyri, at tað eru skúlanæmingar sum vit bjóða til tiltakið, tískil vilja vit leggja dent á at luttøkan til tiltakið ikki tekur meira enn 11/2 skúlatíma frá næmingunum, soleiðis at næmingarnir ikki missa ov nógv av skúlanum.