Varpa ljós á barnarættindi og menniskjahandil í Føroyum

- Sáttmálin um sølu av børnum, barnaskøkjulevnað og barnapornografi, eigur at verða settur í gildi í Føroyum.

Tað heldur ST í sambandi við, at felagsskapurin hevur víst á fleiri viðurskifti, har Føroyar ikki lúka barnarættindasáttmálan, sum annars varð samtyktur í Føroyum fyri 19 árum síðani.

Í hesum sambandi fer Amnesty International í Føroyum í heyst at varpa ljós á barnarættindi og menniskjahandil í Føroyum.

Líka síðani atfinningarnar frá ST í fjør, hevur Amnesty í Føroyum mett, at tørvur er á at rópa hart um barnarættindi og at vísa á, hvørji rættindi eru galdandi fyri øll børn í Føroyum.

- Tí geva vit í hesum døgum út eina plakat við øllum 41 greinunum í altjóða barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar undirskrivaðu í 1993.

- Endamálið er at geva børnunum eina rødd í samfelagnum og at tey skulu kenna síni rættindi, sigur Jacoba Kruse, aðalskrivari í Amnesty.

Hon leggur afturat, at Føroyar ikki í nóg stóran mun upplýsa børnum, og teimum sum arbeiða við børnum, um teirra rættindi.

Nettupp hetta er ein atfinning, sum ST-nevndin átalaði føroysku myndugleikarnar fyri.

Samstundis verður fýlst á, at fylgissáttmálin um sølu av børnum, barnaskøkjulevnað og barnapornografi, enn ikki ersettur í gildi í Føroyum.

- Hetta, og menniskjahandil yvirhøvur, fer Amnesty í Føroya at varpa ljós á í heyst.

- Hetta fara vit at gera á altjóða barnarættindadegnum tann 20. november og í sambandi við altjóða dagin ímóti harðskapi ímóti kvinnum, sum er 25. november.

Amnesty sigur, at tað hjálpir at gera vart við seg.

Í 2010 varpaði Amnesty av álvara ljós á harðskap ímóti kvinnum. Evnið kom á politisku dagskránna, og løgtingið samtykti eina heildarætlan fyri at basa trupulleikanum.

Peningur varð settur á fíggjarlógina fyri 2012, og í dag arbeiðir ein samskipari fulla tíð fyri at seta tiltøk í verk, sum skulu basa harðskapi í familjum, vísir felagsskapurin á.