Varmakeldustevna sett um eina løtu

Í Fuglafirði er varmakeldustevna í dag, og klokkan 15 verður FM-kappróður. Barnaróðrarnir byrja klokkan 13, og tí verður stevnan sett nakað fyrr í ár enn undanfarin ár Varmakelda verður sett fyrr upp á dagin í ár, enn vanligt hevur verið undanfarin ár. Hetta verður gjørt fyri, at fólk, sum eru við til setanina, eisini skulu kunna fylgja við barnaróðrunum, sum verða varpaðir út í hátalarum, so fólk á landi kunnu fylgja við gongdini.

Tað verður Andrea Lervig, sum fer at seta varmakeldustevnu nú klokkan 11.30, og Fuglafjarðar Hornorkestur fer at spæla.

Kappróðurin er størsta einstaka tiltakið á stevnuni.

ÍF kappróður luttekur annars í FM-kappingini í summar við tveimum bátum. Hesir eru 5-mannafarið Erla Kongsdóttir, mannað við gentum, sum higartil í kappingini hevur vunnið tveir róðrar ? og er endað á øðrum plássi í tveimum.

Síðan er tað 6-mannafarið Rodni, mannað við monnum, sum higartil hevur havt tað trupult ? ikki minst, tí kappingin millum 6-mannaførini hjá monnum er rættiliga hørð í ár, og teir bestu bátarnir rógva ógvuliga væl.

Í dag verða fleiri spennandi róðrar á Fuglafirði.