Varmakeldustevna í Fuglafirði

Komandi vikuskifti verður Varmakeldustevnan hildin í Fuglafirði við eini rættuligari fjølbroyttari skrá. Umframt dans og spæl, sum hoyrir einihvørjari stevnu til, eru eisini forkunnugar vitjanir og tiltøk

Danmarks Radios Pigekor er á vitjan. Tey fara at hava ymsar konsertir bæði upp undir og um sjálva Varmakeldustevnuna soleiðis, sum lýst er í skránni. M.a. fara tey at syngja, tá ið Hallbjørg Hansen, býráðsformaður, setur málningaframsýningina í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar Skúla fríggjakvøldið, kl. 19.00. Á málningaframsýningini kl. 20 fara Håkan Hagegård og Elisabeth Bostrøm at syngja og spæla fyri okkum.

Sum onnur ár fer Fuglafjarðar Fornminnisfelag at hava eina framsýning í Piddasa handli Niðri í Støð, har Fuglafjarðar Heimavirkið heldur til. Í ár er evnið fyri listamálari okkara, Símun Olivur Johannesen, sum 22. apríl 2000 hevði fylt hundrað ár. Sum vant bjóðar Fornminnisfelagið eisini ein kaffimunn við einum drýlbita afturviðl

Gitna og væl umtókta framsýningin hjá J. P. Gregoriussen við tekningum hansara av gomlu kirkjum okkara letur eisini upp í kjallaranum í Býráðshúsunum. Fuglafjarðar Manskór syngur við upplatingina.

Varmakeldustevnan verður sett kl. 14.00 niðri á Bug við Bókasavnið og Kunningarstovuna av Dánial Vang, lærara og býráðslimi. Ítróttarfólk ganga skrúðgongu og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir. Eftir setanina verður farið niðan á leikvøllin, har ársins fótbóltsdystur byrjar kl. 15.00. Hetta verður ikki hissini dystur, tí føroyameistararnir hjá ÍF frá 1979 skulu spæla móti einum liði, sum neyvan kann mannast ? hvørki í EM- ella í VM-høpi, tá ið hugsað verður um teir, ið tiknir eru út til dystin. Mótstøðuliðið hjá gomlu ÍF-meistarunum verður nevniliga mannað við 11 synum Eyðgerð og Berg Petersen í Fuglafirði. Skuldi 79-liðið havt nakrna fyrimun í mun til Berg-liðið skuldi tað verið, at teir kanska eiga fleiri eykaspælarar at seta inn.

Úti á Varmakeldu ? á midnátt ? verður varmakeldubálið tendrað, Signar á Brúnni fer at flyta fram røðu og Fuglafjarðar Manskór fer at syngja nakrar sangir og syngja fyri í felagssanginum. Sum undanfarin ár fara vit at sláa ring og vita, um vit ikki kunnu fáa onkra vísu undir fót á sjálvi Varmakelduhelluni undir Guds fríðu náttúru.

Sunnudagin verður fólkafundur heimi á Bug við Bókasavnið kl. 14, har Dávur Winther flytir fram røðu. Sum hini árini verður okkara trúfasta hornorkestur eisini við her og fer at blása nøkur av yndisløgum sínum fyri teim vónandi mongu áhoyrarunum.

Til skemtanar hevur Fuglafjarðar Sjónleikarafelag sett saman og vant eitt Varmakelduteiti, sum neyvan man fara at vera lakari enn seinasta ár.

Við vón um, at stevnan verður væl vitjað og at veðurgudarnir vera til vildar, ynskir Fuglafjarðar Ítróttarfelag øllum vælkomnum á Varmakeldustevnu.