Varmakelda: Framsýning og uppboð við málningum

Í Fuglafirði hevur mentanin altíð átt sín sjálvsagda lut. Og hetta fer eisini at seta dám á stevnuna um vikuskiftið. Ikki færri enn tvær listaframsýningar eru á skránni: Ein við listafólkum úr øllum landinum í hølunum hjá Arbeiðsmannafelagnum og ein hjá Øssuri Mohr í Ribarhúsi.

Aftur í ár verður høvið hjá fólki at ogna sær ein málning á uppboðssølu eftir ein av málarum okkara - harav onkur fuglfirðingur eisini er millum teirra.

Á stevnuni verður skipað soleiðis fyri, at sunnukvøldið kl. 20 verður Varmakeldu-konsert við Hans Hjalta Skaale og Helga Midjord í Mentanarhúsinum, og tá hon er liðug tveir tímar seinni, er klárt at fara undir uppboðssøluna.

Her verða nógv kend listafólk við, m.a. Eyðun av Reyni, Achibald Black, Kári Sverrisson og fuglfirðingurin Øssur Mohr.

Ein líka so kendur maður fer at standa fyri hesi uppboðssøluni, eingin annar enn Torbjørn Jacobsen.

- Hetta er ein løta, ið heilt vist er verd at vitja, verður sagt úr Fuglafirði.