Hóast eingin FM-kappróður er á varmakeldu í ár, og stevnan hesaferð er hin ”lítla” varmakeldustevnan, sum tey í Fuglafirði plaga at rópa hana, so hevur kortini eydnast fyrireikarunum at seta saman eina fjølbroytta og forvitnisliga skrá.
Skráin fyri varmakeldu byrjar í dag, fríggjadagin og heldur fram bæði leygardagin og sunnudagin. Mentanarhúsið verður karmur um flestu stevnutiltøk, men bæði Restaurant Muntra, Patrick’s og Pitsa 530 hava opið allar dagarnar á stevnuni.
Sonni Petersen fer at spæla í Patrick's í kvøld frá klokkan 22 til 02, og í annaðkvøld verður fyrst pubquiz, og síðan fara Wolfgang og Bergmann Finnson at spæla.
Í dag hava Piddasahandil og Gallerí Ribarhús verið opið, og her fæst kaffidussur, eins og ymiskt heimavirkað fæst til keyps. Soleiðis verður eisini í morgin og sunnudagin.
Marjun í Lambanum hevur eisini málningaframsýning í Ribarhúsi í hesum døgum.
Klokkan 16 í dag skuldi fernisering vera í Mentanarhúsinum við Janusi á Húsagarði. Málningarnir eru í kafé’ini og gongini, og her eru øll sjálvsagt vælkomin.
Janus á Húsagarði skuldi eisini syngja í kafé’ini í Mentanarhúsinum í kvøld klokkan 18.
In.fo fer at venda aftur til ymiskt úr skránni fyri varmakeldu í aðrari grein.