Eitt fast tiltak á stevnuskránni eru fundirnir.
Byrjað verður við setanini seinnapart leygardag og um kvøldið er aftur midnáttarsamkoma við Mentanarhúsið. Undanfarin ár hevur eitt tiltak verið at fara út á sjálva Varmakeldu, eftir hvørjum stevnan hevur fingið sítt navn. Men í ár verður hetta ikki gjørt.
Tað vísir seg, at undirtøkan til hetta tiltakið hevur ikki verið tað stóra tey seinnu árini, helst tí at tað liggur so fjart frá býnum.
Ein onnur, og helst ikki minni avgerandi orsøk er, at tað hevur viðrað so stak illa tey seinastu fýra árini á stevnuni. Tí er avgjørt at flyta tiltakið til eitt stað, sum er tættari við fólkið og har meiri lívd er at finna.
Leygarkvøldið fer nevniliga løgtingsmaðurin Høgni Hoydal at halda midnáttarrøðu við Mentanarhúsið. Her verður somuleiðis felagssangur og verður endað við fýrverki.
Sunnudagin kl., 14:30 verður fólkafundur á sama øki. Her fer Dánjal Vang at halda røðu, umframt tað at felagssangur og hornblástur verða á skránni.