Nú hevur Anfinn Kallsberg tikið stig til, at uppskotið um pensjónirnar hjá landsstýrismonnunum, sum var samtykt í tinginum fyri hálvum ári síðani, verður tikið av sama dag, sum tað skal koma í gildi.
Samstundis leggur løgmaður fram uppskot til broytingar í gomlu pensjónslógini frá 1993.
- Hetta verður gjørt fyri at beina burtur tann ringasta ójavnan, sum er millum landsstýrismenn og løgtingsmenn, men hetta uppskotið gevur als ikki landsstýrismonnum somu pensjónsviðurskifti, sum løgtingsmenn hava, sigur Anfinn Kallsberg.
Í broytingaruppskotinum verður mælt til, at ein serlig nevnd skal setast til at geva løgmanni tilmæli um lønar- og pensjónsviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Løgmaður roknar við, at hendan nevndin fer at arbeiða fyri, at viðurskiftini hjá løgtingsmonnum og landsstýrismonnum verða javnstillað.
Munurin millum løgtingsmenn og landsstýrismenn kom av álvara í, tá løgtingið broytti pensjónirnar hjá løgtingsmonnunum í 1999.
Broytingar koppaðu øllum
Tað var triðja dagin í mars mánaði í ár, at landsstýrið legði uppskotið um broyting í lógini um samsýning og eftirløn hjá landsstýrismonnum fyri løgtingið.
Endamálið við uppskotinum, sum landsstýrið legði fyri løgtingið, var at javnstilla pensjónsviðurskiftini hjá landsstýrismonnum og løgtingsmonnum. Undir viðgerðini í løgtinginum komu onkur broytingaruppskot, sum vórðu samtykt. Eitt av teimum var, at lógin varð sett í gildi aftur til 1951.
Eftir at uppskotið var samtykt í løgtinginum vaknaðu summir politikarar og fólk við kaldan dreym. Undirskriftir vóru savnaðir ímóti lógini, sum fólk hildu vera órímiliga, og flokkar hava ynskt, at lógin skuldi takast av, áðrenn hon kom at virka.
Tað einasta rætta
Nú hevur løgmaður lagt nýtt broytingaruppskot fyri løgtingið, og her verður skotið upp, at broytingarnar skulu umfata løgmann og landstýrisfólk, sum tóku við í 1998.
- Løgtingið broytti pensjónirnar hjá løgtingsmonnum í 1999, og tað gav eisini sitandi løgtingsmonnum ágóðan. Tí er tað einasta rætta, at broytingarnar í pensjónunum hjá landsstýrismonnunum eisini umfata sitandi landsstýri, heldur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður sigur seg hava staðfest, at lítil og eingin undirtøka nú er fyri tí uppskotinum, sum varð samtykt í løgtinginum hálvum ári síðani, og tí leggur hann nýggja uppskotið fram.
Samstundis sum hetta uppskotið verður lagt fram, mælir løgmaður eisini til, at uppskotið, sum varð samtykt í mai mánaði í ár, verður sett úr gildi sama dag, sum tað kemur í gildi.
Heldur seg fáa undirtøku
Anfinn Kallsberg roknar við, at undirtøka verður fyri nýggja uppskotinum hjá sær.
- Eg havi gjørt mær ómak við at tosa við allar teir politisku flokkarnar, og uppskotið er eisini broytt fyri at ganga ynskjum hjá onkrum á møti. Onkur flokkur hevur tó ikki havt hug at verið við í hesum arbeiði, sigur løgmaður.
Andstøðutingmaðurin Jenis av Rana stuðlar nýggja uppskotinum, og hann heldur, at tað hevði verið hykl, um løgtingsmenn noktaðu landsstýrismonnum at fáa somu pensjón sum teir.
- Eg helt, at tað var púra burturvið, at lógin skuldi fáa gildi aftur til 1951, men hetta nýggja uppskotið er í lagi. Tað rætta hevði verið, at uppskotið, sum varð samtykt fyrr í ár, bara var broytt soleiðis, at tað fekk gildi frá 1998, men tað er ivaleyst onkur annar flokkur, sum er ímóti tí, sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin.