Ávaringin stóð eisini í ársroknskapinum

Tað stóð longu fyri tveimum mánaðum siðani í táverandi ársroknskapinum fyri 2008 hjá Atlantic Petroleum, at felagið hevði stóran tørv á umfígging av lánum Atlantic Petroleum er sett á eygleiðingarlistan hjá virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn og Reykjavík.

Orsøkin til tað, er sambært marknaðinum OMX, at felagið i roknskapinum fyri 1.ársfjórðing nevnir umfígging av stórum lánum, og at grannskoðarin í hesum viðfangi viðmerkir, at tað er neyðugt hjá felagnum at fáa umfíggja, fyri at kunnu halda áfram við virksemi sínum - verða ein ?going concern?, sum tað verður rópt.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at OMX-Partabrævamarknaðurin ikki reagerar fyrr enn nú, tí sum Sosialurin vísti tveimum mánaðum síðani, so stóð júst tað sama at lesa í ársroknskapinum fyri 2008, tá hann varð almannakunngjørdur.

Tá segði leiðslan í Atlantic Petroleum, at felagið bíðaði eftir, at seinna framleiðslufeltið hjá felagnum skuldi fara í gongd. Eftir tað, skuldi umfíggingin verið upp á pláss.

Tað ljóðar nú, at tað fara at ganga tveir mánaðr, áðrenn framleiðslan verður sett í gongd, so næstu átta vikurnar verður felagið so á eygleiðingarlistanum.

Tað er einki løgið sum so í at verða settur á slíkan lista - tað hendir javnan hjá skrásettum feløgum, sum skulu hava avgreitt eitt hvørt - men tað er harafturímóti einki at ivast í, at eitthvørt skrásett felag helst vildi sloppið undan at verði sett á listan.

Partabrævahandilin við brøvum hjá Atlantic Petroleum heldur áfram sum vanligt, meðan felagið er á listanum.