Ávaringin ikki nóg góð

Granskarar fara nú at kanna, hvussu tað kundi bera til, at flóðaldan frá tí harða jarðskjálvtanum í Kili ikki var størri, enn hon var. Beint eftir skjálvtan bleiv sagt, at stórar aldur fóru at skola inn yvir tær lágu oyggjarnar í Kyrrahavinum, og at tær fóru at oyðileggja alt. Men tær stóru aldurnar komu ongantíð.

Gerard Fryer á amerikanska ávaringarstovninum Pacific Tsunami Warning Center sigur við Reuters, at tað var rætt at boða frá flóðalduvanda um alt Kyrrahavið, men at tað nú er neyðygt at fáa staðfest, hví flóðaldan ikki bleiv størri.