Ávaringarskipanin virkaði ikki

Maðurin, sum breyt inn í listarsavnið Musée d´Art Moderne de la Ville í París gjáranáttina, kundi í friði og náðum leita eftir og taka niður tað, sum hann vildi hava. Tí skipanin, sum skuldi ávara um innbrot, hevði verið í ólagi síðani tann 30. mars orsakað av einum tekniskum breki. Tað skrivar tíðindastovan AP.

Tí hendi einki, tá tann einsamalli tjóvurin breyt ein rút og fór inn ígjøgnum eitt vindeyga á savninum klokkan tíggju minuttir í trý hósnáttina.

Vaktarmenn vóru inni á savninum, men teir varnaðust einki fyrr enn tríggjar tímar seinni, tá teir sóu, at fimm sera virðismiklir málningar vóru horvnir.

Sambært teimum serkønu eru málningarnir umleið 3,7 milliardir krónur verdir.