Ávaringar

Tríggir danskir biskupar hava um vikuskiftið álvarsliga ávarað móti einum álopi á Iraq. Hesir kirkjumenn vísa á, at eitt kríggj móti Iraq fer at elva vanliga fólkinum í Iraq ófatiligar líðingar. Skaðin, oyðileggingarnar og líðingarnar av hesum kríggi fara at vera so ómetaliga stór og víðfevnandi, at hetta ikki kann vigast upp í móti tí at fáa einaræðisharran frá valdinum. Biskuparnir gera vart við, at sum heimurin er skipaður í dag, eru aðrir mátar at fáa eina ódemokratiska stjórn burtur, um tað er neyðugt. Teir vísa á, at kríggj heilt einfalt verður ein ov høgur prísur fyri at fáa eina demokratiska stjórn til valdið í Iraq.

Tað munnu vera mong, sum eru samd við donsku biskupunum. Teir hava ivaleyst grein í sínum máli, tá ið teir vísa á kostnaðin fyri vanliga fólkið av einum kríggi móti Iraq. Afturat kemur so hesin spurningur: hvørja vissu hevur Vesturheimurin fyri, at ein veruliga demokratisk stjórn kemur í staðin fyri Saddam Hussein, um hann verður rikin frá valdinum við kríggi? Svarið man ivaleyst vera, at vit als onga vissu hava fyri hesum.

Afturat hesum kemur so tann stóri spurningurin um harðræði Husseins nú er veruliga orsøkin til at USA vil sleppa at loypa á Iraq. Tað finnast vitturliga einaræðisstjórnir víða hvar í Miðeystri, Asia, Latínamerika og Afrika, ið er eins harðrendar og vandamiklar fyri heimin og Saddam Hussein. Hví ikki rudda frá einum enda av? Svarið kann vera oljan hjá Iraq. USA gerst alt meira heft av innfluttari olju. Iraq hevur triðstørsta oljuríkidømi í heiminum. Tað kann væl vera, at stjórnin hjá Busch vil hava ræði a hesum ríkidømi í framtíðini.

Eitt álop á Iraq er tí ikki moralskt forsvarligt og eitt álop er eisini politiskt og hernaðarligt sera vandamikið fyri allan heimin. Eitt tílíkt álop fer at seta kílar inn í NATO og ES eins og tað fer at uppfatast sum ein krossferð móti muslimska heiminum. Og síðst men ikki minst fer eitt álop at seta alt Miðeystur í brand. Eitt kríggj kann eisini at breiða seg til Pakistan, Iran og Afghanistan, og føra til fólkauppreistur í Egyptalandi, Turkíinum, og øðrum muslimskum londum. Vit standa í eini sera vandafullari støðu og tað er at vóna, at leiðararnir í Vesturheiminum halda høvdið kalt og finna ein útveg at sleppa av við Saddam Hussein uttan kríggj. Hóast Irak er fjarskotið frá okkum, so eiga vit føroyingar eisini at hava eina meining um hetta álvarsmálið, tí eitt lemjandi kríggj fer eisini at fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkum. Hugsið bara um fiskiskipaflotan, um oljuprísirnir fara til himmals. Tí kundi verið áhugavert at hoyrt, hvat eitt nú løgmaður heldur um støðuna, og hvat okkara bispur heldur, nú vit síggja, at bæði biskuppar og leiðandi politikarar í okkara grannalondum hava eina meining um hetta.