Ávaring um eldgos á Reykjanesi

- Tað mest hugsandi er, at grótbræðingin, sum er staðfest, kólnar og verður verandi undir jarðarskorpuni, sigur Kristin Jonsdóttir á íslendsku veðurstovuni.

 

Íslendski veðurstovnurin hevur sent út eina ávaring í samband við gosfjallið Þorbjörn á Reykjanes-hálvoynni. Talan er um eina sonevnda "gula" ávaring.

Kristin Jonsdóttir, sum vegna stovnin hevur eyguni eftir náttúruvanlukkum, sigur við heimasíðuna - vg.no - at stórar nøgdir av magma ella grótbræðing hava savnað seg undir jarðarskorpuni í økinum eftir stuttari tíð.

- Vit hava ongantíð sæð hetta so týðiligt í hesum øki áður. Fyribils er tó ikki nóg mikið av grótbræðing til at gerast eitt eldgos, men nøgdin av magma er økt óvanliga nógv, sigur hon. 

Seinast eldgos var í økinum var í 1200-talinum, og Kristin Jonsdóttir leggur dent á, at tað mest hugsandi er, at grótbræðingin, sum er staðfest undir jarðarskorpuni, kólnar og verður verandi undir jarðarskorpuni.

- Tað er eingin beinleiðis vandi, og tað er ógvuliga sjáldan, at grótbræðing brýtur seg upp gjøgnum jarðarskorpuna, sigur Kristin Jonsdóttir.

Ávaringin er kortini send út, tí 3500 fólk búgva í økinum, og her liggur eisini týdningarmikið vegakervi. Um tað óhugsandi hendir, at hetta verður til eitt eldgos, verður tað nógv minni enn dramatiska gosið við Eyjafjallajökull í 2010.

- Vit høvdu ikki sæð eitt eksplosivt útbrot við øsku. Tað mest hugsandi er, at gosið kundi líkst tí, vit hava sæð á Hawaii við einum gosbrunni við kraftaleysari grótbræðing og einari rivu á nakrar hundrað metrar, sigur Kristin Jonsdóttir við vg.no.