Ávarað verður nú um eitt amerikanskt mattilskot - Hydroxicut Hardcore Next Gen - sum bæði hevur ført til livrasvík og deyðsføll.
Tað veit norska Matvørueftirlitið at siga í dag, og eftirlitið ávarar tískil fólk ímóti at keypa tilskotið, sum eitt nú kann keypast á netinum.
Matvørueftirlitið vísir á, at tey hava fingið fráboðanir frá sponskum myndugleikum um, at tilskotið kann knýtast til hendingar við livrasvíki við deyðiligum avleiðingum.
- Vit vita ikki um sølu av hesari vøru í Noregi, men vit hava fingið upplýsingar um, at norskir brúkarar hava bílagt mattilskotið á útlendskum netsíðum.
Lagt verður aftrat, at tilskotið er selt undir merkinum - Muscletech - og víst verður á, at tað eru fleiri netsíður og nethandlar, sum selja vøruna til privatfólk.