Várfólk á vitjan

Frá 8. mars og eina viku fram skipar Føroya Fólkatónleikarafelag fyri árliga Várfólk festivalinum.


Várfólk var á fyrsta sinni fyriskipaður í 2014 við endamálinum at varpa ljós á og geva íblastur til lokala tónleikaumhvørvið, sum í hesum døgum eisini fær vitjan av útlendskum soloartistum, við fokus á fólka- og spælimanstónleik, kvæði og vísusang.


Várfólk 2016 ferðast kring landið frá Havnar Kirkju, Kaffhúsinum, Hvonn og Reinsarínum til Tøting í Gøta og Maggie's í Nólsoy.


Festivalurin í ár samstarvar eisini við Red Snow átakið, sum í hesum døgum hevur framsýningar og fyrilestrar í Norðurlandahúsinum.


Vitjandi artistarnir á Várfólk fara somuleiðis at halda sonevnd workshops fyri at greiða nærri frá sínum egna tónleiki og etnisku bakgrund.