Teistanevndin, sum er ein nevnd, sum kommunurnar í Sandoynni hava sett at arbeiða fyri støðugt at betra sambandið til oynna, boðar í úttalilsi í dag frá, at hon var á fundi við SSL-leiðsluna fyri tveimum mánaðum síðani.
Á hesum fundinum legði stjórin fram ein trupulleika, sum stóðst av nýggju hvílitíðarreglunum. Hann boðaði frá, at í ringasta føri, um pengar ikki funnust, var neyðugt at taka onkran túr burtur sunnudag.
Teistanevndin skrivar í úttalilsinum, at hon fataði hetta sum at SSL í fyrstu atløgu fór at royna at skaffa teir pengarnar, sum skulu til, so óneyðugt var at broyta ferðaætlanina. Nevndin royndi tó at vísa á, at um tað skuldi komið hartil, at neyðugt var at broyta ferðaætlanina, so bar til at gera hetta uttan at minka túratalið.
Les eisini Vit eru ikki hoyrd
Nevndin varð ikki kunnað um, at møguligar broytingar í ferðaætlanini skuldu gerast longu 1. Desember, skrivar hon.
- Teistanevndin vil staðiliga heita á SSL um at varðveita túratalið, og at lata túrarnar liggja sum teir gera í dag. Eftir øllum at døma er hetta eydnast á Suðuroyarleiðini, og krevja vit tað sama fyri Sandoyarleiðina. Samstundis heitir nevndin á landsins myndugleikar um at tryggja, at almenna flutningsfelagið fær hildið galdandi trygdarreglur uttan at skula skerja tænastuna.
Nenvdin skrivar eisini, at hon tekur á seg ábyrgd fyri, kunningin frá umrødda fundi til kommunurnar í oynni ikki hevur verið nøktandi, og at tað tí er sannlíkt, at borgarstjórarnir í oynni ikki eru hoyrdir í málinum.
Les eisini Mótmæla upp á tað kraftigasta










