Samstarvið ímillum Føroyar og Danmark hevur týdning og sterku bondini skulu varðveitast.
Tað eru niðurstøðurnr hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni og Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, eftir fundin teirra millum, seinnapartin í dag.
Á fundinum viðgjørdu stjórnarleiðararnir millum annað silda- og makrelmálið, arktiska samstarvið, marknaðforðingar og SIFI bankar.
- Vit høvdu ein góðan og uppbyggjandi fund. Løgmaður og eg umrøddu samstarvið í ríkisfelagsskapinum í fleiri felags málum.
- Danmark og Føroyar hava sterk bond, sum eisini fara at eyðkenna samstarvið í ríkisfelagsskapinum komandi árini, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi, at Helle Thorning-Schmidt, segði aftan á fundin.
Løgmaður sigur, at hann greiddi forsætisráðharranum frá, at útlitini fyri at finna semju í silda- og makrelmálinum tykist í løtuni vera størri enn áður.
Løgmaður sigur, at bæði hann, og forsætisráðharrin, vóna, at tað ikki gongur rúm tíð, áðrenn ein semja fæst í málinum.
Hann sigur, at fundurin við forsætisráðharran var eitt kærkomið høvi at taka aftur í málini á ríkisfundinum í fjør.
- Tað er eisini av stórum týdningi, at vit hava eitt gott samskifti við forsætisráðharran, nú Føroyar eru partur av fleiri týðandi uttanríkispolitiskum málum, sigur hann.
Fundurin í dag styrkir mína fatan um, at okkara samstarv hevur stóran týdning, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni. |