Partafelagið Varðin, sum í síni tíð varð stovnað til at byggja uppsjóvarskipið Trónd í Gøtu, er eitt rættiliga fjølbroytt útgerðar- og vinnufelag í dag.
Ígjøgnum dóttirfeløg eigur felagið uppsjóvarskipini Finn Fríða, Trónd í Gøtu, Jupiter, Tummas T, Høgaklett og Saksaberg umframt djúpvatnstrolaran Rankan.
Harafturat eigur Varðin 45 prosent av partafelagnum Faroe Origin, sum eigur fiskavirki í Runavík og trolararnar Stelk, Bak, Heyk, Falk, Rók, Lerk, Skúgv og Munk.
Varðin er eisini komin upp í línufiskiskapin, tí fyrr í ár setti felagið pengar í partafelagið Fossá, sum eigur frystilínuskipið Eivind og trolaran Vesturtúgvu. Varðin eigur 40 prosent av partapeninginum í Fossá.
Umframt fiskiskip eigur Varðin uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøryri.
Fyrsta skipið hjá Varðanum, Tróndur í Gøtu, kom til Gøtu fyrstu ferð tann 12. januar í 1987. Tá vóru 15 fólk knýtt at fyritøkuni. Í dag eru tey 440 í tali.
Í nevndini í Pf. Varðanum eru Jákup Jacobsen, Tummas Thomsen, Jógvan Hentze, Frits Thomsen og Dávid Jacobsen.










