Vardi verkstaðurin nærkast

Tað gongur eftir ætlan við varda verkstaðnum, sum Sørvágs Kommuna byggir. Ætlandi verður latið upp umleið 1. mars

Sørvágs Kommuna byggir vardan verkstað, sum ætlandi kann takast í brúk umleið 1. mars. Verkstaðurin er ætlaður brúkarum úr allari oynni.
Málið um vardan verkstað í Sørvági er ikki heilt nýtt. Tað er frá tíðini, tá Petur Kruse var borgastjóri í Sørvági og hevur verið ført víðari í tí anda, hann ætlaði tað, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.
Hann greiðir frá, at timburarbeiðið nú er liðugt, og at tilboð upp á málaraarbeiðið fara at verða innheintað fyrsta dagin. Og gongur so sum ætlað, kunnu fyrstu fólkini fara til arbeiðis har um ein góðan mánað.
Hvussu nógv fólk talan verður um alt í alt, dugir borgarstjórin í Sørvági ikki at siga, sum er. Men tey eru nøkur um alla oynna.
Í løtuni er tilboð til teirra í Sørvágs skúla. Men tað eru ymsir trupulleikar heftir at tí tilboðnum. Eitt nú, at talan er um avmarkaðar tíðir, sum ikki altíð passa øllum brúkarum líka væl. Tískil er líkt til, at ikki øll, sum annars ynskiligt kundi verið, gera brúk av hesum tilboðnum.
Tað metir borgarstjórin fer at verða heilt øðrvísi, tá nýggi verkstaðurin verður latin upp og fer at hava opið allan dagin.
Av øðrum verkætlanum í Sørvági í løtuni nevnir borgarstjórin fiskamóttøkuna, sum arbeitt verður við at flyta úr verandi hølum í størri høli á havnarlagnum, har sum timburhandilin fyrr helt til.
Hendan flytingin er helst einar fjúrtan dagar ella so seinkað, sigur Eivin Jacobsen, sum tó væntar at einaferð seinast í februar fer móttøkan at lata upp í nýggju hølunum.