Vardi Ph.D beinleiðis á stórskíggja

Karin Margretha Húsgarð Larsen, havfrøðingur, vardi í dag sína Ph.D í havstreymum í Bergen. Hetta var víst beinleiðis á stórskíggja á Fiskirannsóknarstovuni

Tað er ikki hvønn dag, at ein føroyingur verjir eina Ph.D, men í dag vardi Karin Margretha Húsgarð Larsen sína Ph.D í havstreymum.

Talan er um úrslit, sum vísa, at havstreymarnir eru av avgerandi týdningi fyri gróðurin kring Føroyar. Hetta eru grundkanningar, ið skulu nýtast í samband við eina størri verkætlan.

Familja og onnur vóru møtt, tá framløgan var víst fram á stórskíggja á Fiskirannsóknarstovuni. Tíverri fór sambandið áðrenn verjan var liðug, men frá í dag kann Karin Margretha Húsgarð Larsen kalla seg Ph.D í havstreymum.