Vardi doktararitgerð um landgrunnin

Bjørn Kunoy hevur í dag vart doktararitgerð, har evnið var rættarreglurnar í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar.

Ritgerðin varð vard á Université de Paris Paris-Ouest Nanterre.

Heitið á ritgerðini er: “La délimitation du plateau continental au-delà de 200 milles marins”. Í ritgerðini viðger Bjørn Kunoy rættarreglurnar í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar. Vegleiðari er Alain Pellet, professari í Université de Paris-Ouest Nanterre og fyrrverandi formaður í altjóða rættarnevnd Sameindu Tjóða.

Millum opponentarnar í verjuni var eitt nú Jean-Pierre Cot, sum er professiari og dómari í altjóða havrættar dómstólinum í Hamburg.