Ungi maðurin, sum var skuldsettur í harðskapsmálinum í Skopun, varð í Føroya Rætti í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur.
21-ára gamli skopuningurin, sum er skuldsettur fyri harðskap í Skopun, varð í Føroya Rætti í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur.
Hann var skuldsettur fyri tvey harðskapsmál, annað leygarkvøldið og hitt sunnunáttina. Fyrra málið er tað sonevnda harðskapsmálið í Skopun, har hann er skuldsettur fyri at hava sligið eitt umboð fyri Sea Shepherd í andlitið tvær ferðir. Í seinna málinum er hann skuldsettur fyri at hava sligið ein mann niður eftir dansin í Virkinum á Sandi leygarkvøldið.
Ákærdi játtaði seg sekan í báðum førum og umbar seg við, at hann hevði drukkið ov nógv, meðan Sandsstevna var um vikuskiftið.
Ákærin bað um varðhaldsfongsling í tvær vikur, meðan verjin metti at ein vika vildi verið nokk. Dómarin varð tó samdur við ákæranum, og varðhaldsfongslaði mannin í tvær vikur.
Meiri verður at lesa seinni.