Maðurin, sum varð handtikin í gjár fyri at hava sparkað ein 16 ára gamlan drong í høvdið, varð í grundlógaravhoyri í gjár varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur.
Tað var um miðnáttarleitið leygarnáttina, at løgreglan fekk boð um, at ein ungur maður var álopin og sparkaður í høvdið í miðbýnum í Havn. Drongurin hevði sjónlig merki av harðskapinum og var førdur á skaðastovuna til kanningar, men útskrivaður beinanvegin.
Handtikni maðurin hevur nýliga sitið ein dóm fyri annað harðskapsmál og er júst sloppin út aftur, og dómarin nýtti millum annað hetta sum grundgeving fyri at varðhaldsfongsla mannin, meðan løgreglan ger sínar kanningar lidnar.