Tey løstaðu eru nú útskrivað aftur

Espen Andersen Bråthen er varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur.

Maðurin, sum fyrrakvøldið skeyt og drap fimm fólk við boga og píli í norska býnum Kongsberg, er varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur.

 

Í hesum tíðarskeiði sleppur eingin at vitja mannin, og hann sleppur heldur ikki at lesa, hvat miðlarnir skriva. Fyrstu tvær vikurnar kemur hann at sita avbyrgdur. 

 

VG veit í morgun at siga, at av teimum trimum, sum vóru innløgd við skaðum eftir álopið, eru øll nú útskrivað aftur.

 

Tað er ikki greitt, hvørjir skaðarnir hjá hesum fólkum eru, tí tað hevur løgreglan ikki upplýst, men eingin teirra hevur verið í lívsvanda.

 

Tað var í miðbýnum í Kongsberg, at maðurin í 30-árunum, sum hevur danskan ríkisborgararætt, men sum altíð hevur búð í Noregi, leyp á tilvildarlig fólk.

 

Espen Andersen Bråthen er skuldsettur fyri fimm dráp og fyri at hava meiðslaði trý onnur fólk. Sambært verjanum, viðurkennur hann tað, sum er hent.