Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Ein maður var í grundlógaravhoyring í dag fongslaður í fýra vikur fyri at hava stungið ein annan mann í gjárkvøldið.

Tað varð klokkan 23:30 í gjárkvøldið, at løgreglan í Havn fekk boð um, at rok var í eini íbúð í einum húsumí J. C. Svabosgøtu í Havn.

 

Fleiri løgreglufólk í fleiri løgreglubilum fóru á staðið, og ein maður var fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Fleiri mans vóru uppi í harðskapinum, men ein av monnunum hevur stungið mannin einaferð. Hann var ikki í lívsvanda, verður sagt.

 

Føroya Rættur varðhaldsfongslaði mannin í fýra viku. Einki krav var um at varðhaldsfongsla hinar báðar handtiknu menninar.

 

##med2##

 

##med3##