Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Ein eldri maður er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hetta er greitt eftir at grundlógarhoyr var fyrrapartin.


Tríggjar skuldsetingar eru reistar mótvegis manninum.


Fyrsta skuldsetingin segði, at maðurin millum januar í 2011 og mai 2013 hevur gjørt seg kynsliga inn á ein drong.


Í øðrum lagi er maðurin skuldsettur fyri at hava følt upp á nakrar smádreingir, og at hava víst teimum pornografiskt tilfar. Hetta skal vera farið fram í ár.


Í triðja lagi er maðurin skuldsettur fyri at hava hótt tveir dreingir, sum høvdu spurt hann, hví fólk søgdu hann vera barnalokkara. Hóttanirnar vóru sambært skuldsetingunum so mikið álvarsamar, at dreingirnir kendu seg hóttar eftir lívinum. Hetta hendi fyri trimum ella fýra árum síðani.


Maðurin noktaði seg sekan í øllum skuldsetingum.


Málið byrjaði annars við, at eitt persónur vendi sær anonymt til barnaverndina á staðnum, sum síðani fór víðari við málinum, og klokkan 15.55 í gjár varð maðurin handtikin.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur við in.fo, at hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at fólk taka fráboðarnarskylduna í álvara.


Nú er maðurin so varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan kanningarnar fara fram. Orsøkin til varðhaldsfongslingina er millum annað, at skuldsetti maðurin ikki skal kunna ávirka teir persónar, sum eru partar av málinum. Somuleiðis stendur eisini í skuldsetingunum, at maðurin skal hava gjørt seg inn á fleiri aðrar ónevndar persónar. Tað er ógreitt, hvørjir hesir ónevndu persónarnir eru, men fyri at skuldsetti maðurin ikki skal hava møguleika at ávirka hesar, er maðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.


Sjálvt grundlógarhoyrið varð hildið fyri afturlatnum hurðum eftir ynski frá ákæranum.