Maðurin, sum var framstillaður í grundlógaravhoyring í gjár, var varðhaldsfongslaður í 14 dagar, harav fyrsta vikan er í isolatión.
Ákærin, Steffen Møller Jørgensen, sigur, at hann kanska var í so loyndarfullur í grundlógaravhoyringini, men hetta komst av, at hann júst hevði fingið málið stungið í hendurnar.
Maðurin, sum er mitt í 20'unum, varð handtikin klokkan 06.15 gjáramorgunin, tá hann kom við Norrönu úr Danmark.
Steffen Møller Jørgensen vil ikki koma inn á, hvussu nógv rúsevni, tað snúði seg um, men váttar, at tala var um hassj. Rúsevnið var roynt smuglað inn í Føroyar, men politiið er rættiliga sannført um, at hassjið skuldi seljast í einum triðja landi, sum antin kann vera Ísland ella Grønland.
Ákærin kravdi hurðarnar afturlætnar við atliti til víðari kanningarnar hjá politinum. Ynski er um at tosa við aðrar møguligar partar í málinum, og tí var neyðugt við varðhaldsfongsling.
Skuldsetti maðurin hevði annars játta seg sekan, og tí vildi verjin, Jógvan Páll Lassen, hava hurðarnar opnar, men dómarin valdi at ganga ynskinum hjá ákæranum á møti.