Vardar íbúðir nógv seinkaðar

Vardu íbúðirnar í Klaksvík og í Eysturoy, verða ikki lidnar næsta ár, sum ætlað

Tey, sum hava brúk fyri vardari íbúð í Klaksvík og í Eysturoy, mugu brynja seg við toli.

 

Ætlanin er at byggja tilsamans 24 vardar íbúðir við felagsøki í Klaksvík og í Eysturoy og upprunaliga ætlanin var, at tær skuldu vera lidnar næsta ár.

 

Men tað vísir seg, at fyrireikingarnar eru seinkaðar rættiliga nógv, eitt nú tók tað longri tíð enn væntað at fáa grundstykkini til vega.

 

Somueleiðis er útbjóðingin seinkað, og tí er ikki farið undir byggingina enn.

 

Av tí, at talan er um tvær verkætlanir, sum hoyra saman, hevur myndugleikin gjørt av at bíða við at fara ígongd, til viðurskiftini á báðum støðum eru komin upp á pláss, sigur Annika Olsen nú við Fíggjarnevndina í sambandi við, at fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd.

 

Avleiðingin av øllum her, at arbeiðið varð ikki boðið út, fyrrenn í summar og sostatt er ikki farið undir byggingina enn.

 

Men tá ið tilboðini komu inn, vístu tað seg, at íbúðirnar verða nakað dýrari enn ætlað.

 

Mett varð, at byggingin fór at kosta góðar 267 milliónir, men tað vísir seg, at hon fer at kosta 32,1 millión.

 

Í hesum sambandi er semja gjørd við Kanjon, sum er byggifelag, um at byggja íbúðirnar, men tað verður neyðugt at játta fimm milliónir afturat til verkætlanina

 

Somuleiðis er greitt, at farið verður undir byggingina eftir nýggjár og at íbúðirnar vera klárar at at taka í nýtslu fyrrenn á hásumri í 2015.

 

Við ráðgeving, projektering og øllum, kosta hesar vardu íbúðirnar 38 milliónir krónur.