Varð skelkað tá hon kom vesturum

Hoyr russisku Katja Volovelskaja, sum er tónleikalærari í Føroyum, greiða frá sínum uppvøsktri í Sovjet

Russiska Katja Volovelskaja, sum er úrmælingur millum altjóða floytuleikarar, hevur búð í Havn í nøkur ár, tosar væl føroyskt og hevur undirvíst í  tónleiki kring landið sum partur av Musikkskúlanum og Føroya Symfoniorkestri.

Katja vaks upp í Skt. Pætursborg, og eftir at Jarntjaldið var burtur, slapp Katja uttanlands at læra víðari í Týskalandi og síðan í Noregi. Haðani kom hon til Føroya og hevur búð her síðan.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna, sum Óli Breckmann hevði við Katju á Rás2 mikudagin.


Har greiðir Kajta frá, hvussu tað var at vaksa upp í gamla Sovjetsamveldinum, og hvussu tað kendist at koma til vesturheimin fyrstu ferð.