- Hetta er øgiliga stórt og tað er øgiliga gott at eiga fólk sum teg. Tað segði Eydis Kjørbo, forkvinna í mentanarnevndini í Vágs Býráð, tá ið móttøka var fyri Dánjal Martin Hofgaard seinnapartin í gjár nú hann er heimafturkomin til Vágs, eftir at hava vunnið HM í inniróðri í Boston sunnudagin.
Hon ivaðist í um øll fataðu, hvussu stórt tað var, at Dánjal Martin Hofgaard var farin til Boston, og varð vorðin heimsmeistari - í øllum stillum.
Hon helt, at Dánjal Martin Hofgaard var fyrimynd fyri allan ungdómin. - Tað liggur nógv stríð og strev og venjngartímar aftanfyri hetta bragdið. Men tað vísir eisini, at tað ber til hjá tí, sum vil.
Á móttøkuni seinnapartin í gjár nýttu eisini Hvalbiar kommuna og Tvøroyrar Kommuna høvið til at heiðra heimsmeistaran og ynskja honum til lukku, og tað gjørdi Suðuroyar Sparikassi eisini við einum kekki á 10.000 krónur.
Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri, og gamal róðrarfelagi hjá Dánjal Martin, segði, at tað sást beinanvegin, at hann hevði serstakar gávur at rógva. - Ikki minst varð hann rættiliga skjótt einaráðandi á rógvimaskinuni, segði hann. - Hann rør øðrvísi enn aðrir, tí hann er ikki so títtur, men afturfyri hevur hann kreftirnar, segði Bjarni Hammer. - Bara at seta sær so høg mál, sum at verða heimsmeistari, krevur dirvi.
Eisini tey í Suðuroyar Svimjifelag, har Dánjal Martin hevur verið íðin svimjari í nógv ár, nýttu høvið at ynskja honum til lukku.
Dánjal Martin Hofgaard heldur sjálvur, at hann hevur kanska fingið onkrar gávur, men taligávur er so ikki ein av teimum.
Men hann helt, at tað var heilt ótrúligt, so góðan stuðul hann hevði fingið alla tíðina, og tað er hann ógvuliga fegin um.
Les eisini: Hann tosar ikki so nógv, men vísir tað í verki |










