Ávarar um hóttanir móti fiskivinnuni

Á havbúnaðarráðstevnuni Aquavision í Stavanger í síðstu viku ávaraði stjórin hjá størsta fiskakeyparanum í USA um, at umhvørvisfelagsskapir eru størsta hóttanin móti søluni av fiski. Men hann hevði eisini ráð um, hvussu hóttanin kann minkast

John Pollock, sum er stjóri hjá Sysco, størsta fiskakeypara í USA, segði á ráðstevnuni Aquavision í síðstu viku, at størsta hóttanin er ikki kappingarneytarnir frá øðrum matvøruídnaðum sum høsnarungar ella svína- og oksakjøt. Umhvørvisfelagsskapir eru størsta hóttanin hjá fiskivinnuni. Fiskivinnan verður støðugt álopin og álopini økjast alsamt í styrki.
Ráðini frá John Pollock til at loysa hendan trupulleika vóru hesi: Arbeiðið við og greiðið kundunum um burðadygga veiðu og tilfeingið, sleppið undan løtuvinningi, styrkið tann opna handilin og lurtið eftir kundunum.
John Pollock segði, at teir sum fiskakeyparar leita eftir veitarum, sum kunnu vera samstarvsfelagaðar og ikki mótstøðumenn, sum skilja handilskap, og stuðla teirra merkjuvørðum. Teir leita eftir vørum við høgari góðsku, sum hava regluliga veiting og sum hava vakstrarmøguleikar.
Kelda: www.industry.fo/IntraFish