Fólk fram við Indiska Havinum kunnu væntandi kenna seg eitt sindur tryggari nú, tí í gjár varð ein ávaringarskipan um flóðaldur sett í gongd.
ST, sum hevur havt eftirlit við arbeiðinum, sigur, at skipanin er før fyri at ávara fólk í øllum londunum kring Indiska Havið. Talan er um eitt netverk, sum umfatar 25 støðir, ið máta ristingar í undirgrundini, og 26 støðir, sum bera upplýsingarnar víðari. Harumframt eru tríggjar sera neyvar mátingarstøðir á djúpum vatni, sigur BBC. Sambært ST skal nýggja ávaringarskipanin forða fyri vanlukkum sum henni annan jóladag í 2004, tá ein ógvuslig flóðalda í Indiska Havinum kravdi meiri enn 200.000 mannalív.
Kyrrahavið hevur longu eina tilsvarandi ávaringarskipan, og arbeitt verður við at gera líknandi skipanir fyri Atlantshavið, Miðjarðarhavið og Karibiska Havið, sigur BBC.










