Semja er ikki millum Anfinn Kallsberg, virkandi landsstýrismann í fiskivinnumálum og samgongufelagan, Heina O. Heinesen, formann í vinnunevndini, um framtíðina hjá djúpvatnstrolarunum.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum ætlar landsstýrið at hjálpa djúpvatnstrolarunum ið at geva teimum økt fiskirættindini.
Men tað heldur Heini O,. Heinesen lítið um.
? Eg dugi ikki at síggja, hvaðani tey øktu fiskirættindini skulu koma.
? Tvs, at skulu djúpvatnstrolararnir hava økt fiskirættindi, mugu rættindini hjá onkrum øðrum skerjast tilsvarandi afturfyri.
Og tað ávarar hann staðiliga ímóti.
? Vit hava nú brúkt nógv ár uppá at býta Føroyagrunnin sundur ímillum tey ymsu skipa- og bátasløgini.? Og nú hava vit loksins funnið eina skipan, sum allir partar so dánt eru foreintir við.
? Tí síggi eg fyri mær, at tað verður sera trupult, um vit nú skulu til at órógva tað mynstrið aftur við at sleppa djúpvatnstrolarunum inn á leiðirnar, har onnur skip eru frammanundan.
? Tí so skulu teirra rættindi skerjast so hvørt, sum rættindini hjá djúpvatnstrolarunum økjast.
Undirgangur
Heini O. Heinesen sigur, at eftir uppskriftini hjá fólkaflokkinum, sum hevur fiskivinumál í samgonguni, skulu fiskirættindini verða lagað til við at gera tey meiri umsetilig.
?Verður hendan umsetiligheitin sett í verk, verður tað tann reini undirgangur hjá djúpvatnstrolarunum.
? Tí teir eru neyvan nóg sterkir fíggjarliga til at teir kunnu keypa sær kvoturnar.
?Avleiðingin verður, at djúpvatnstrolararnir fara at hvørva. Og so er slóðað fyri, at partrolararnir eisini kunnu yvirtaka rættindini á djúpum vatni, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Annars er vinnunevndin farin undir at viðgera uppskotið hjá javnaðarflokkinu mum at lata djúpvatnstrolarunum íløgustuðul í trý ár afturat.
Heini O. Heinesen sigur, at nevndin fer at kalla umboð fyri trolararnar, umboð fyri landsstýrið, og møguliga onnur á fund at hoyra teirra sjónarmið.
Sálvur veit hann ikki, hvørja niðurstøðu nevndin kemur til.
Men hann heldur, at tað vildi verið spell at mist flotan av djúpvatnstrolarum, tí teir kunnu troyta teir, sum annars ikki kunnu troytast.
? Um so talið á djúpvatnstrolarum er tað rætta, veit eg ikki, sigur hann.