- Lat vera við at revsa tær fyritøkur, sum eru effektivar og hava ein góðan rakstur.
Tað er boðskapurin frá nevndarformanninum í Bakkafrost, sum harvið ávarar politisku skipanina móti at leggja nýggj tilfeingisgjøld á vinnulívið.
Aðalfundurin hjá Bakkafrost staðfesti í dag eitt sera gott úrslit fyri 2012. Yvirskotið eftir skatt var 281 milliónir krónur, og vinningsbýtið til partaeigararnar er smáar 100 milliónir krónur.
Samstundis sita umboð fyri samgonguflokkarnar og royna at finna fram til eitt modell, ið sambært játtanarkørmunum skal geva landskassanum 145 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskivinnuni og alivinnuni.
- Jú, vit hava eina stóra samfelagsábyrgd, sigur Rúni M. Hansen og leggur afturat:
- Men samfelagsábyrgd er ikki tað sama sum eyka skattur oman á teir pengar, ið vit tjena, sigur nevndarformaðurin í Bakkafrost.
Hoyr samrøðu við Rúna M. Hansen her: