Ávarar ímóti Røkke

Búskapur og vinna

Norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, er alt annað enn fegin um, at kendi ríkmaðurin Kjell Inge Røkke ætlar sær at keypa 21,2 prosent í einum trolarafelag í Lofoten. Vestvågøy kommuna eigur partin, men hevur boðið hann til sølu, og Røkke er tann, sum hevur boðið mest.
Fær Kjell Inge Røkke fatur á teimum 21,2 prosentunum í trolarafelagnum í Lofoten, fær hann ræðisrætt yvir 18 prosentum av norsku trolarakvotuni, og tað heldur fiskimálaráðharrin vera óheppið. Svein Ludvigsen sigur tað vera skeivt, at ein einstaklingur skal ráða yvir einum so stórum parti av trolarakvotuni, men fyribils fer hann at bíða eftir einum ummæli frá myndugleikunum á økinum.