Ávarar móti eftirratinonaliseringum

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard tekur fult og heilt undir við tí avtalu, sum nú er løgd fyri tingið um mark millum Føroyar og Bretland.

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard tekur fult og heilt undir við tí avtalu, sum nú er løgd fyri tingið um mark millum Føroyar og Bretland. Jóannes Eidesgaard hevur havt møguleika at fylgja samráðingargongdini øll hesi árini sum tingmaður, sum landsstýrismaður og sum limur í Uttanlandsnevndini og vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur verið við í hesum máli frá byrjan av, eisini tá tað var avgjørt at skifta danska samráðingarleiðaran út og seta Árna Olafsson í sessin ístaðin. -Vit kenna tí eina serliga ábyrgd og koma at góðkenna sáttmálan.

Hann ávarar eisini móti teimum, sum nú brádliga eru farnir at eftirrationalisera og sipar her til úttalilsini hjá Edmund Joensen í Sosialinum í gjár og í útvarpinum.

? Edmund Joensen hevur miskilt nakað við hesi politisku plátuni, hann nú leggur á. Um ein veruliga er so bláoygdur at halda, at Nyrup og Blair saman við Kallsberg fara at seta seg niður at hála um linjurnar í marknastríðnum, so má hann trúgva um aftur. Tað hevði ongantíð komið fyri. At eitt mál kemur upp á politiskt plan merkir ikki, at tað bara vera teir, sum gera tingini av. Tað verða framvegis embætisfólk, sum føra tað fram til málstrikuna.

Jóannes Eidesgaard heldur tað vera eitt sindur hugstoytandi, at politiskir flokkar og einstaklingar í Føroyum royna at vinna sær ein vinning burtur úr marknastríðnum, sum hevur verið eitt ótrúliga trupult mál og hevur kostað nógvar kreftir fyri nógv fólk.

? Har hava verið nógvir aktørar við og uttan mun til hvørjum flokki teir eru komnir ella hvørji embætismannstigi man hevur verið á, so hava allir lagt sína sál í at fáa eina fyri Føroyar so góða avtalu sum tilber. Og tí má man ávara móti teimum eftirrationaliseringum, sum koma nú.

Edmund Joensen heldur ikki, at allir politikarar og her hugsar hann kanska serliga um javnaðarflokkin hava ikki havt nóg breiðan rygg?

? Sjálvandi kundi javnaðarflokkur sum andstøðuflokkur, um vit vildu átikið okkum ta ábyrgdarleysa leiklutin og sett okkum á síðulinjuna og kritisera fyrst og fremst samráðingarleiðara og nevnd fyri teirra arbeiði, men tað haldi eg er heilt burturvið av einum flokki, sum hevur verið við til at mynda arbeiði so leingi.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at nógvir leikir hava verið í hesum talvi og hann trýr ikki, at nakað hevur sitið og selt út av føroyskum virðum.

Fyrst fingu vit undirgrundina frá dønum, nú fáa vit markið uppá pláss. Eru Føroyar vornar ríkari?

? Avgjørt. Eitt annað, sum eg haldi er áhugavert, er hetta, at vit í hesum fullveldistíðum, har tað annars verður sagt, at einki ber til, uttan man stendur á egnum beinum, at vit hava eitt dømi um, at vit hesi seinastu 5-6 árini hava havt eina samráðingarnevnd undir føroyskari leiðslu og við føroyskum umboðum og sum hevur megnað á einum aljóða stigi at fingið eina slíka avtalu. Tað er fyri mær eitt prógv um, at vit kunnu koma sera langt í ríkisfelagsskapi við Danmark, eisini á altjóða støði, við at gera bilateralar avtalur. At man kann gera eina so týðandi avtalu sum hesa, ið man gjarna roknar við at vera rættiliga prinsipielt sum ásetan av markið millum lond er, so trúgvi eg nógv uppá, at vit kunnu átaka okkum ábyrgd á nógvum øðrum økjum eisini sum partur av ríkisfelagsskapinum.

Formaður javnaðarfloksins heldur, at tað fyrst og fremst er Árna Olafssyni og tí bretska samráðingarleiðaranum fyri at takka, at málið er vorðið loyst.

Jóannes Eidesgaard sær eisini hesa avtaluna sum eitt møguleika fyri at menna samvinnuna við Bretland. -Sum hvør dagur gongur harmar tað meg meira og meira, at vit kvettu tað sambandið, sum vit høvdu fingið við Bretland og sum vit helst koma at venda aftur til, men bara nøkur ár seinkað.

Hann vísir annars á, at vit koma at hava eina røð av felags virksmei bæði á fiskivinnu- og á oljuøkinum, og tí er tað greitt, at vit mugu útbyggja okkara samstarv við Bretland munandi meira enn vit hava gjørt - og eisini á øðrum handilsligum økjum fyri ikki at tosa um mentan.

Jóannes Eidesgaard kundi hugsað sær, at ein komandi samgonga fekk hesa farleiðina uppaftur at staðið.