-Endamálið við øsingini um Fróðskaparsetrið er, at nú skulu akademikararnir í Havn vísa at tað eru teir sum hava valdið í hesum landinum, sigur Annfinn Kallsberg við Norðlýsið Formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd, Annfinn Kallsberg, heldur lítið um mótmælini frá teimum, sum krevja, at Fróðskaparsetrið skal hava størri játtan.
Við Norðlýsið sigur hann, at eingin av teimum sum hevur verið alment frammi við pástandinum um at setrið er skert, hevur nevnt eitt tað einasta tal. Hann hevur eisini sína uppfatan av mótmælunum:
-Endamálið við øsingini er, at nú skulu akademikararnir í Havn vísa, at tað eru teir, sum hava valdið í hesum landinum, og eg ivist onga løtu í at teir nokk fáa fleiri politikarar við upp á vognin, sigur fíggjarnevndarformaðurin við Norðlýsið.
Sjálvur væntar Annfinn Kallsberg ikki, at Løgtingið fer at játta Fróðskaparsetrinum meiri pengar. Hann ávarar eisini ímóti tí, tí tað kann gerast ein skriða, sum fer langt út á sjógv, sigur hann.